Dronuálop úr Jemen hevur rakt fløgvøll í Suðurísrael

Loftrúmið yvir Ramon flogvøllinum í Suðurísrael er stongt fyri flogferðslu.

Hetta eftir at ein drona úr Jemen rakti ein terminal á flogvøllinum. Hetta boða ísraelsku floghavnarmyndugleikarnir frá til Reuters.

Sambært ísraelsku myndugleikunum varð dronan skotin upp av Houthi-rørsluni.

Flogvøllurin liggur nærhendis býnum Eilat á markinum til Jordan og Egyptaland, og verður fyrst og fremst brúktur til innanríkisflúgving.

Eitt fólk bleiv lættari løstað av álopinum.