Eitt heilt ár uttan deyðilig ferðsluóhapp í Helsinki
Finski høvuðsstaðurin Helsinki hevur júst rundað eitt heilt ár uttan eina einastu deyðiliga ferðsluvanlukku. Seinastu ferð ein persónur doyði í ferðsluni í býnum var í byrjanini av juli í fjør, sambært býarmyndugleikunum og løgregluni.
Talan er um eitt óvanligt úrslit, sum er komið í lag við miðvísari planlegging, broytingum í infrakervinum, og ikki minst einum lægri ferðsluhámarki. Tað fortelur Roni Utriainen, ferðsluserfrøðingur hjá býnum, sambært Helsinki Times.
Í dag hava meira enn helmingurin av gøtunum í Helsinki ferðsluhámark á 30 km/t. Til samanberingar vóru flestu gøturnar merktar við 50 km/t fyri 50 árum síðani.
Býurin hevur í fleiri ár arbeitt við at umskapa vegir, vegamót og gonguteigar við trygd fyri eyga. Gøtur eru lagdar soleiðis, at tær skilja gongufólk og súkklarar frá bilferðslu.
Samstundis er ferðslueftirlitið styrkt. Myndugleikarnir hava millum annað økt um samstarvið við løgregluna og sett fleiri ferðmátarar upp.