Eldur í Havn: Fólk skulu framvegis halda seg burtur

Fyrr í kvøld kom eldur í eini hús í Hornabø í Havn. Sum vit skrivaðu í áðni, heitti løgreglan á fólk um at halda seg burtur. Løgreglan sigur, at tamarhald er støðuni, men enn er vegurin avbyrgdur – og tað verður hann í minst ein tíma afturat, ella til klokkan 23 í kvøld, til støðan er tryggjað.

Løgreglan sigur, at har er nógv størri ferðsla enn vanligt av fólki, sum koma at forvitnast og tað tarnar arbeiðnum.

Løgreglan veit ikki enn, hvussu stórur skaðin er, men at síggja til, eru húsini illa farin.