Er tað almenna veruliga bólgnað upp?
Aksel Johannesen hevur sett ein bólk at finna sparingar í almenna geiranum. Pástandurin er, at tað almenna er bólgnað upp seinastu árini, so nú skal sparast. Løgmaður hevur sett Ben Arabo sum eitt slag av Elon Musk í DOGE-útgávu, tí hann er maðurin, sum skal geva tí almenna eina slankikur.Men hyggur tú at tølunum frá Hagstovuni, so er veruleikin ein annar.
Fakta: hvussu nógv arbeiddu innan tað almenna ymisku tíðarskeiðini?
• 1994: 50,2%
• 1997: 45,8%
• 2000: 44,7%
• 2005: 45,4%
• 2010: 44,6%
• 2011: 45,1%
• 2014: 45,3%
• 2015: 44,5%
• 2017: 43,3%
• 2020: 44,2%
• 2025: 43,6%
(Kelda: Hagstova Føroya)
HVAT VÍSA TØLINI?
Í 1994 arbeiddu meira enn helvtin av øllum starvsfólkum innan tað almenna. Í dag er talið lækkað til 43,6%. Tað almenna fyllir sostatt ein minkandi part av arbeiðsmarknaðinum, meðan tað privata er vaksið. Gamaní hevur talið eisini verið lægri til tíðir, men generelt er tað almenna ikki bólgnað upp, sum vit hoyra ferð eftir ferð. Tað hevur nemliga ligið rættiliga stabilt á ca. sama støði í áratíggju.
So eru tað krøvini
Tølini hjá Hagstovuni eru eitt, men eitt annað eru øktu krøvini til tað almenna. Vit vilja hava fleiri dagstovnapláss, styttri bíðitíð hjá lækna, vit ynskja serlærarar og -pedagogar til børn við serligum tørvi, umframt munandi fleiri, betri og skjótari tænastur.
Spurningurin, sum vit eiga at seta okkum er:
• Hvussu kunnu færri fólk røkja fleiri uppgávur, uttan at arbeiðstrýstið gerst óúthaldiligt?
• Hvørjar vælferðartænastur ynskja vit at skerja? Tí skerja vit starvsfólkahópin, so merkir tað eisini minni vælferð, verri tænastur og verri arbeiðsumstøður.
TAÐ STUTTA AV TÍ LANGA
Búskaparráðið segði herfyri, at mann skal vænta eitt hall á 360 milliónir á fíggjarlógini í ár, hóast metlágt arbeiðsloysi. Afturat hesum verður ríkisveitingin skorin við 100 milliónum árliga, Kampus skal byggjast fyri knappa milliard, Tjóðleikhús fyri 600+ milliónir, H-Bygningurin skal renoverast, Suðuroyartunnil fyri 5-10 milliardir, laksurin er ikki ein gullmina meir, og so skal mann eisini loysa, sum so økir árliga undirskotið við knappari milliard afturat.
Tað krevur ikki meir enn ganska vanliga pluss og minus rokning fyri at skilja, at hetta ikki melir runt fíggjarliga
Og tá politiska valdið ikki fær tað at mala runt fíggjarliga, so má mann finna ein syndabukk, og tað eru so komandi pensjonistar og starvsfólk innan tað almenna. Og tølini vísa greitt, at søgan um, at tað almenna er bólgnað upp, er ein myta. Í veruleikanum er almenni parturin lækkaður úr 50% niður í 43–44% seinastu 30 árini. Og samstundis eru krøv og tænasturnar økt munandi.
Kanska eigur spurningurin ikki at vera: “hvussu nógv kunnu vit spara?”
Kanska eigur hann heldur at vera: “hvussu kunnu vit varðveita eina vælferð, sum longu byggir á, at starvsfólkini gera meira fyri minni?”