ES hækkar ikki tollin á amerikanskar vørur allíkavæl

Eftir at ein handilsavtala er fingin í lag millum ES og USA, gjørdi ES-nevndin av at steðga ætlanini um at hækka tollin, sum skuldi leggjast á amerikanskar vørur.

Tað upplýsir handilstalsmaðurin hjá ES, Olof Gill, fyri tíðindastovuni AFP sambært Ritzau.

Hækkaði tollurin skuldi annars koma í gildi 7. august, og talan var um eyka toll fyri 107 milliardir dollarar – ella næstan 690 milliardir krónur.

Donald Trump hòtti frammanundan fundin at at leggja 30 prosent á amerikanska innflutningin av vørum úr ES.

Tað er to nú, eftir handilsavtalan er komin í lag, helvtin av tí hann hótti við, nevniliga 15 prosent.