Ferðafólk mugu vera fyrireikaði

1.600 ferðafólk eru flutt burtur frá eini tokstøð í søguliga fjallabýnum Machu Picchu í Peru, eftir samanbrestir millum lokalar og løgregluna, skrivar svenski miðilin Aftonbladet.

Mynd: Martin Bernetti / Ritzau Scanpix

Mynd: Martin Bernetti / Ritzau Scanpix

Tey mongu ferðafólkini hava verið fangaði í økinum, eftir at lokalir felagsskapir løgdu stórar steinar á toksporið, sum mótmæli móti vali av nýggjum busstænarasáttmála.

Danska Uttanríkisráðið biður tí ferðafólk í Peru vera fyrireikaði.

Vandi er fyri framhaldandi mótmælisgongum og stongslum á jarnbreytini millum søguliga fjallabýin Machu Picchu, har føroyingar eisini ferðast, og Ollantaytambo í Peru, sigur Uttanríkisráðið í dagføring á miðlinum X.

Eftir stuttar avbjóðingar við tænastuni á leiðini í gjár og í dag, hevur PeruRail í nú boðað frá, at øll jarnbreytaferðslan á Ollantaytambo – Machupicchu – Ollantaytambo leiðini er fyribils steðgað.