Finalan verður ímóti Grønlandi
Tað verður ein endurtøka av finaluni á Guernsey, tá Føroyar skulu verja gullið í liðkappingini ímóti Grønlandi í kvøld klokkan 18.Meðan føroyska badmintonlandsliðið aftur gjørdi bart ímóti Menorku í hálvfinaluni við einum greiðum 3-0 sigri, mátti Grønland spæla allar fimm dystirnar fyri at vinna 3-2 á Isle of Man í hinari hálvfinaluni.Finalan verður stroymd á YouTube-kanalini hjá Guernsey 2025.Myndirnar hjá KVF eru frá í gjár.