Fingu nógv arbeiði av fullum fólki
Náttin í nátt hevur verið merkt at, at tað hava verið nógv fólk í býnum – og tað hava verið nógv full fólk í býnum.
Tað sigur løgreglan í morgum.
Løgreglan sigur, at bæði á Norðfestivalinum á Viðareiði í nátt, og aðrastaðni, hava tey fleiri ferðir sent sjúkrabilar eftir fólki, sum eru komin illa fyri í fyllskapi og máttu undir læknahond.
Summi klára seg ikki sjálvi, og onnur eru dottin og hava fingið snuddir.
Samarittar vóru á Norðfestivalinum og teir gjørdu eitt stórt arbeiði, men tað var ikki altíð, at tað strekti til.
Løgreglan sigur, at ein maður liggur í brummuni, tí hann var so fullur, at hann kláraði ikki seg sjálvan.