Greta Thunberg aftur steðgað av Ísraelska herinum

Ísraelska sjóverjan hertók flotan hjá Global Sumud Flotilla, sum flutti symbolska nøgd av neyðhjálp, umframt útlendskar aktivistar til Gaza-geiran. Hendingin fór fram náttina til í dag, heilagasta degi í jødiska kalendaranum, Yom Kippur.

Myndatól, sum sendu beinleiðis frá skipunum, vístu ísraelskar hermenn í hjálmum og náttarsjónarbrillum, sum fóru umborð á skipini, ímeðan manningin, eitt nú svenski aktivisturin Greta Thunberg, høvdu sett seg saman í bjargingarvestum við hondunum uppi.

Áðrenn hertakanina róptu ísraelskar herdeildin til skipini og bóðu tey um at venda við, burtur frá ísraelskum øki, hettar staðfestir IDF. Tá tey noktaðu hettar, vóru teir fleiri enn 400 aktivistarnir fluttir til havnina í Asdod.

Tað verður hildið, at 20 írskir ríkisborgarar, harímillum senatorurin í Sinn Féin, Chris Andrews, høvundurin Naoise Dolan og komikarin Tadhg Hickey, eru umborð á flotanum við nærum 500 fólkum úr fleiri londum.

Ísraelska uttanríkisministeriið legði myndir á miðilin X av aktivistunum, og skrivar at tey nú eru ávegis Ísrael, har tey skulu deporterast til Europa.