Hava tikið átta bilførarar um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna.

Og úrslitið er, at higartil eru átta bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot.

Tað eru á nøkrum vegastrekkjum, at tað ikki grettir, at ger løgreglan fermátingar har, verða bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Tvey av hesum vegastrekkjum eru Kaldbaksvegurin og Glyvursvegi á Argjum.

Í gjár vórðu tríggir bilførarar tiknir á Kaldbaksvegnum, har tað annars er loyvt at koyra 80.

Tveir koyrdu ímillu 90 og 100, so teir fáa bót, men ein koyrdi 105, so umframt bótina, fær hann eisini klipp í koyrikortið.

Somuleiðis vórðu tríggir bilførarar tiknir á Glyvursvegi, har tað er loyvt at koyra 50. Teir koyrdu allur beint undir 70, so teir fáa bót.

Havnarvegurin er ein nýggjur vegur, bilførarar skulu venja seg við. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra øvugtan veg á einum strekki enn tað annars er loyvt at koyra. Tað kostar honum bót og eitt klipp í koyrikortið.

Einnars varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Eysturoynni.