HB koppaði øllum teimum ovastu
Í kvøld vann HB steypafinaluna í kvinnufótbólti. Í finaluni endaði tað við 1ø0 sigri. Málið skoraði Rúna Jacobsen, tá ið ein knappur hálvur tími var farin. Málið skoraði hon við handara stólpa eftir hornaspark úr vinstru.
Eftir dystarlok var tað Aksel V. Johannesen løgmaður, sum handaði HB liðformanninum Sunniva Willemoes steypið. Sunniva er farin av landinum og hevur ikki verið á HB liðnum síðani 24. august, tá ið HB á heimavølli tapti 3-2 ímóti NSÍ. Nú var hon komin heim at vera við í steypafinaluni, og nú fer hon av aftur landinum sum steypavinnari.
Hetta var sjeynda ferðin, at HB vann steypakappingina. Fyrsta steypafinalan í kvinnufótbólti var í 1990, og hana vann HB, og so vann HB steypafinalurnar í 1996, 1998, 1999, 2001 og so í 2019.
Á veg ímóti sjeynda steypagullinum hevur HB í ár vunnið ímóti hinum trimum liðunum, sum eru í FM endaspælinum.
Í fyrsta umfari vann HB uttan dyst 3-0 ímóti FC Suðuroy, í fjórðingarfinaluni vann HB ímóti NSÍ. Tað var á útivølli. Eftir vanliga leiktíð var málleyst, og heldur ikki í longdu leiktíðini kom nakað mál. So var neyðugt við brotssparkskapping, sum HB vann 3-0. Í hálvfinaluni vann HB 3-0 á útivølli ímóti Víkingi, sum í Gundadali vann 1-0, og so vann HB í kvøld finaluna ímóti KÍ 1-0.
KÍ – HB 0-1 (0-1)’
0-1: Rúna Jacobsen 29.
Dómari: Arthur Højgaard
KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Jancý Mohr (Vár Johannesen, 77.), Birita Ryan, Jórun Pattarwary, Tórunn Højgaard Joensen – Sanna Svarvadal, Maria Vinjardsdóttir Johansen (Ranja Joensen, 78.), Eyðvør Klakstein – Sólja Ernstsdóttir, Tóra Mohr, Durita Hummeland (Malena Olsen, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Fanni Kata Turi, Elspa Zachariassen, Birita Mohr, Emma Ljungdahl
Gult kort: eingin
Venjari: Allan Drost
HB: Gunnvá Lützen – Teresa Jacobsen, Elin Maria Isaksen (Leona Kjærbæk Djurhuus, 89.), Fríða Magnusardóttir Jacobsen, Sunniva Willemoes, Ása Stórá Carlsen – Fridrikka Clementsen, Rúna Jacobsen, Súsanna Laksáfoss Godtfred, Lisa Haraldsen – Lý Gray Djurhuus (Silja Ragnarsdóttir Trier, 82.)
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Barba Svabo Hansen, Lea Tórarenni Johannesen, Borghild Debes Dánialsdóttir, Tinna av Skarði, Ró Gray Djurhuus
Gult kort: Sunniva Willemoes
Venjari: Lukasz Cieslewicz