Her er prísurin á sethúsum hækkaður 220 prosent upp á bara 10 ár

Føroyski bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað staðfesta nýggjastu hagtølini, sum Betri Banki hevur gjørt fyri fyrra hálvár í ár.

Tað var ringt, men í kjalarvørrinum av rentulækkingunum hetta seinasta árið hava sethúsaprísirnir aftur tikið dik á seg.

Og Við framhaldandi fólkavøkstri, vaksandi lønarútgjaldingum og avmarkaðum bústaðarútboði er í løtuni einki, sum bendir á, at gongdin vendir í bræði.

Nú kosta eini hús í Havnini 4,5 milliónir

Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,5 milliónir krónur í miðal. Tað eru sjey prosent meira enn í fjør, tá miðalprísurin var 4,2 milliónir.

Fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,3 milliónir krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,2 milliónir í fjør. Tað er ein vøkstur upp á fimm prosent.

Størsti prísvøksturin er í Eysturoynni

Vit hava í nógv ár sæð ein støðugan prísvøkstur í Eysturoynni – bæði rundan um munnarnar til Eysturoyartunnilin og aðrastaðni. Taka vit bygdirnar á Skálafjørðinum sum heild, kostaðu eini sethús í miðal 2,9 krónur miðal krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,5 milliónir krónur í fjør. Vøksturin er 15 prosent.

Eini sethús á Skálafjørðinum kostaðu í miðal 2,9 milliónir krónur fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,5 milliónir. krónur í fjør. Vøksturin er sostatt 15 prosent.

Fyri restina av Eysturoynni var miðalprísurin 2,6 milliónir fyrra hálvár í ár, samanborið við 2,2 milliónir í fjør. Tað er ein vøkstur á heili 17 prosent.

Hóast sethúsini – í krónum – eru dýrkað mest í Havnini hesi 10 árini, hevur nógv tann størsti prosentvøksturin verið í Eysturoynni.

Síðan 2015 eru sethúsaprísirnir á Skálafjørðinum hækkaðir 220 prosent, og prísirnir í restini av Eysturoynni eru hækkaðir 190 prossent. Í Havnini eru príshækkingarnar 110 prosent.