Italia viðurkennir bert palestinskan stat um gíslar leyslatast

Italia kann bert viðurkenna ein palestinskan stat við teirri treyt, at allir ísraelskir gíslar verða leyslatnir og Hamas verður útihýst frá nøkrum stjórnarleikluti.

Hettar segði italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni í dag, har hon var í New York og luttók á aðalfundinum hjá FN.

Meloni segði at altjóða trýst skal vera á Hamas heldur enn Ísrael, tí tað byrjaði kríggið og forðar fyri at tað endar, við at nokta at lata gíslar.

-Eg eri ikki ímóti viðurkenningini av Palestina, men vit eiga at seta okkum tær røttu raðfestingarnar, segði Meloni, sambært Reuters við tíðindafólk.

Hon boðaði eisini frá, at stjórnin hjá henni fer at leggja uppskot fyri tingið um málið.