Kastrup Lufthavn letur uppaftur

Flogvøllurin í Keypmannahavn letur upp aftur eftir at hava verið stongdur vegna dronuvirksemi.

Hetta skrivar Kastrup Lufthavn á sosiala miðlinum X.

– Tó verða seinkingar og avlýstar flogferðir. Ferðafólkini eru biðin um at vera kunnaði um teirra flogfelag, stendur í uppslagnum.

Um ein lítlan tíma – klokkan 1:30 – fer løgreglan at hava tíðindafund.