Lættir meistarar fegnast um at trýstið er burtur
KÍ er føroyameistari í mansfótbólti í 2025. Tað var staðfest á Dungasandi í Sørvági í kvøld, tá ið klaksvíkingar vunnu 2-1 ímóti 07 Vestur, sum av álvara spílaði seg út og megnaði at javna til 1-1, áðrenn Páll A. Klettskarð eitt korter undan leikloki og eftir upplegg úr vinstru frá Árna Frederiksberg skoraði sigursmálið.
Páll fegnaðist saman við liðfeløgunum og nógvu KÍ fjepparunum, sum vóru í Sørvági. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var Páll ikki á vøllinum. Hann hevur verið við til at vinna FM í 2019, 2021, 2022, 2023 og nú í 2025. Í kvøld upplivdi hann fyri fyrstu ferð í lívinum at verða vístur av vøllinum. Tað var hann fyri at siga okkurt, sum dómaranum ikki líkaði at hoyra. Upptaktin var, at Páll ikki fekk fríspark, sum týðuliga varð gjørt ímóti honum, og so hevndi hann seg og fekk fríspark og gult kort ímóti sær, og so fleyt tað yvir.
-Tað kendist satt at siga eitt sindur komiskt, at dysturin, tá ið vit tryggjaðu okkum FM, og Páll skoraði sigursmálið, skuldi enda soleiðis fyri hann. Hetta er fyrsta reyða kortið hjá Pálli, og tað er rárasta hending, at hann sær gult, staðfesti KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.
FaroeSoccer veit at siga, at Páll ongantíð áður er vístur av vøllinum. Tilsaman hevur hann í 376 landskappingardystum skorað 227 mál, og tilsaman 14 ferð er hann sektaður við gulum kortum. Tað í Sørvági í kvøld var tað fyrsta í ár, og í fjør sá hann gula kortið tvær ferðir og í 2023 sá hann ongantíð gult.
Árni Frederiksberg legði KÍ á odda tríggjar minuttir eftir steðgin. Tað var eftir innlegg úr vinstru frá Filip Brattbakk, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu ímóti gomlu liðfeløgunum í 07 Vestur. Árni Frederiksberg átti úr vinstru uppleggið til sigursmálið, sum Páll A. Klettskarð skoraði.
-Vit vistu, at tað fór at verða torført, men vit høvdu tolið, sum skuldi til, og so eydnaðist tað. Hetta var seytjanda málið hjá mær í ár, og so mong hava tey ongantíð verið. Nú gleða vit okkum til at spæla í Europa, har vit droyma um aftur at vera við í bólkaspæli, sigur Árni Frederiksberg, sum ikki var ovfarin av, at tað gekk so striltið at fáa bilbukt við 07 Vestur:
-Vit hava nógvu tær seinastu ferðirnar spælt ímóti fimm verjuspælarum og verjukendum miðvallarum og liði. Tað er heilt øðrvísi enn at spæla ímóti verju, sum er mannað við fýra spælarum. Tað krevur tol og umhugsni, og aftur í kvøld eydnaðist tað at vinna, hóast tað var tepurt, tí 07 Vestur var so væl skipað, og tí teir tóku av, tá ið teir spældu seg til kontramøguleika.
Og ein annar veteranur, Hallur Hansson, leggur aftrat:
-Síðani síðsta umfar í fjør, tá ið Víkingur hevði vunnið FM, hava vit arbeitt støðugt og miðvíst fram ímóti at fáa fatur aftur í meistaraheitinum, og nú eru vit har. Málið er aftur at spæla í Europa, og tað gleða vit okkum til. Felagið eigur nógv viðhaldsfólk, sum bara hava bíðað eftir, at vit tryggjaðu okkum meistaraheitið. Tað hevur kanska kenst eitt sindur órógvandi, og tí var tað gott, at hetta nú er yvirstaðið, hóast vit framvegis eiga fleiri týdningarmiklar dystir eftir at spæla.
KÍ venjarin Magnus Powell hevur áður verið venjari í Vágum. Hann var ikki ovfarin av, at tað tók so langa tíð, og at tað var so tepurt í kvøld.
-07 Vestur eigur gott lið. Tað sóu vit ímóti NSÍ, hóast tað endaði við 5-1 tapi. Nú fegnast vit um at vera meistarar. Hetta er úrslit av longum og miðvísum arbeiði. Nú fara seks spælarar at umboða føðilandið, meðan hinir fáa frí í nakrar dagar, áðrenn vit tørna til aftur at fyrireika okkum til at gera kappingarárið liðugt. Talan er um tveir landskappingardystir – ímóti TB og NSÍ – og so steypafinaluna ímóti Víkingi, sum vit ógvuliga fegnir vilja vinna, sigur KÍ venjarin.
Stinni veteranurin í verjuni Odmar Færø fegnast saman við liðfeløgunum:
-Tað kemur sera væl við, at vit fingu fatur á meistaraheitinum, áðrenn vit fara í landsliðssteðg. Nú fari eg til hús, og í morgin verður tað barnaføðingardagur, áðrenn vit mánadagin fara at fyrireika okkum til teir báðar landsdystirnar ímóti Montenegro og Kekkia.
Í kvøld hevði 07 Vestur Casper G. Hansen í fremstu røð, og tað var hann, sum javnaði til 1-1, eftir at Mikkel Hyllegaard legði bóltin framum KÍ verjuna.
07 Vestur er undir strikuni, og í tveimum teimum seinastu umførunum eru mótstøðuliðini B68 á útivølli og EB/Streymur á heimavølli.
Kappingin um næstfremsta plássið er framvegis stór millum NSÍ og HB, sum í 26. umfari hittast í Gundadali.
Í kvøld vann NSÍ lívliga, undirhaldandi og í longum løtum væl spælda uppgerð á heimavølli ímóti B36 2-1, og HB vann 5-1 á heimavølli ímóti B68, sum helt tørn um 1-1, inntil ein tími var farin.
Í síðsta umfari fær NSÍ vitjan av KÍ, og tá fer HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
KÍ
25
21
4
0
82
16
67
NSÍ
25
19
3
3
90
30
60
HB
25
18
4
3
65
35
58
Víkingur
24
10
8
6
35
27
38
B36
25
10
6
9
40
38
36
B68
25
6
6
12
33
59
24
EB/Streymur
24
6
6
12
24
50
24
FC Suðuroy
24
4
2
18
23
63
14
07 Vestur
25
4
1
20
30
50
13
TB
24
2
6
16
24
78
12
NSÍ – B36 2-1 (0-1)
0-1: Pætur J. Petersen 26.
1-1: Michal Przybylski 64.
1-2: Petur Knudsen 91.+
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
07 Vestur – KÍ 1-2 (0-0)
0-1: Árni Frederiksberg 48.
1-1: Casper G. Hansen 58.
1-2: Páll A. Klettskarð 76.
Dómari; Dagfinn Forná
HB – B68 5-1 (1-1)
0-1: Djóni Samuelsen 15.
1-1: Dan í Soylu 22.
2-1: Emil G. Pedersen 61.
3-1: Sammy Skytte 74.
4-1: Dan í Soylu 82.
5-1: Páll Martal Klein 88.
Dómari: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
Sunnudagin 5. oktober
Víkingur – TB: Heini Ziska Viðoy kl. 16.00
FC Suðuroy – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00