Meinhard hevur verið glyvraprestur í 25 ár

Sunnudagin 5. oktobur verður ein serlig gudstænasta í Glyvra kirkju, nú Glyvra prestagjald hevur 25 ár á baki og 25 ár eru liðin, síðani Meinhard Bjartalíð varð innsettur sum sóknarprestur í tí tá spildurnýggja prestagjaldinum. Eftir gudstænastuna verður móttøka við tí, sum hartil hoyrir.

Tá ið nýggja prestagjaldið á Glyvrum fór av lunnum, skuldi eisini prestur setast at røkja tað, og valið fall á Meinhard Bjartalíð, ið frammanundan hevði verið prestur í Ónagerði á Viðareiði. Fyri hann kendist tað onkursvegna sum at leita aftur til røturnar, tí ættarbond hevur hann í Lamba, har prestagarðurin er.

– Tvær av mínum langommum komu higani. Onnur giftist norður í bóndahúsið Innistovu í Vági í Klaksvík og hin norður í Glasstovuna í Árnafirði, so onkursvegna eri eg komin aftur á slóðina í gomlu bónda- og løgmansbygdini. Her hava forfedrarnir gingið fjøllini, troytt miðini á Lambavík og velt bøin, sigur Meinhard.

Nýggja prestagjaldið fevnir um Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørð og Skipanes. Hetta er eitt prestagjald við tveimum kirkjum og einum bønhúsi, og sum nevnt hevur prestur sæti í prestagarðinum á Byrgisheygnum í Lamba.

Óhøgligast til høgligast– Eg kom frá tí mest óhøgliga prestagjaldinum, Eystan Múla, við tveimum útoyggjum, Fugloy og Svínoy, har eg vanliga fór út seinnapart fríggjadag, og so var eg ikki aftur í Ónagerði fyrr enn mánadag. So eg havi siglt til Fugloyar og Svínoyar við Másanum, har eg bæði havi upplivað brim og kyrru, sigur Meinhard.

Meiri ber til at lesa her

https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/meinhard-verid-glyvraprestur-i-25-ar