Meira enn 300 síður av samrøðu við Maxwell
Ghislaine Maxwell var dømd 20 ár fyri at hava rekrutterað og manipulerað gentur til at hava sex við fíggjarmanninum Jeffrey Epstein.
Amerikanska varaløgmálaráðharrin, Todd Blanche hevði eina samrøða við hana í juli.
Hann sigur í sambandi við almennakunngerðina at burtursæð frá nøvnunum á offrunum, er hvørt einasta orð endurgivið.
Samrøðan er góðar 300 síður til longdar, og fleiri stórir altjóða miðlar sum AP, CNN, The Guardian og BBC hava lisið tilfarið.
Teir fýra nevndu miðlarnir skriva allir, at Maxwell segði við Todd Blanche, at hon ongantíð hevði sæð Trump forseta “í nøkrum óhóskandi høpi á nakran hátt”.
AP hevur eitt longri upprit frá samrøðuni, har Maxwell millum annað sigur, at hon ongantíð sá Trump fáa “massasju”.
Nógvar av kvinnunum, sum hava vitnað ímóti Epstein, hava greitt frá, at tær vóru lokkaðar ella trýstar inn í støður, har tær skuldu geva “massasjur” – men at tað í veruleikanum snúði seg um kynsligar gerðir ella misnýtslu.
– Eg havi faktiskt ongantíð sæð forsetan í nøkrum slag av massaguumhvørvi, sigur Maxwell.
-Eg havi ongantíð verið vitni til, at forsetin hevur verið í nakrari óhóskandi støðu á nakran hátt.
Forsetin uppførdi seg ongantíð óhóskandi mótvegis nøkrum. Í tíðini, eg var saman við honum, var hann uppá allar mátar ein “gentlemaður.”
CNN skrivar, at Maxwell segði í samrøðuni:
– Eg vil bara siga, at eg finni – eg – eg beundri hansara óvanliga avrik við at gerast forseti. Og mær dámar hann, og tað havi eg altíð gjørt.
Miðlarnir siga eisini, at hon ikki minnist, um Trump sendi eitt kort til 50 ára føðingardagin hjá Epstein. Kortið, sum Wall Street Journal áður hevur lýst.
Todd Blanche spyr hana, um hon minnist, at Trump forseti skal hava sent eitt bræv, eitt kort ella ein seði”.
Maxwell svarar: At tað kann hon ikki minnast, og leggur afturat, at hon sá einki frá Trump forseta.