Mótmælisgongur í Ukraina

Triðja umfar av friðarsamráðingunum millum Russland og Ukrain, byrjar væntandi í Istanbul í kvøld.

Samstundis fóru túsundtals ukrainarar í gjár týsdagin, út á gøturnar í fleiri stórum býum, at mótmæla nýggjari ukrainskari lóggávu.

Fólkið eru ikki nøgd við, at lógin sum er gjørd fyri at minka um mutur, kan gera gongdina enn meira grugguta.

Lógin herðir takið á tveimun óheftum anti-korruptiónsfelagsskapum og gevur ov nógv vald til stýrið.

Tað verða færri til at avgera hvørji mál skullu rættarviðgerast, og hvørji ikki skulu.

Hetta eru fyrstu landsumfatandi mótmælisgongurnar móti stjórnini hjá Zelenskyj síðani kríggið byrjaði.

Ovasta leiðslan í ES hevur nú heitt á ukrainska forsetan.

Tey vilja hava hann at prógva, at hann framvegis er sinnaður at halda evropeisku demokratisku virðini, eftir at hann hevur skrivað undir nógv illgrunasamu anti-korruptiónslógina.

Ummælarar siga at vandi er fyri at hettar fer at undirgrava tiltakið hjá Ukraina, at melda seg til EU-blokkin.

Sambært talsmanninum hjá nevndini, Guillaume Mercier, hevur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, verið í sambandi við Zelensky um lógarbroytingina.

Her hevur von der Leyen víst sína stúran og biðið um forkláring, skrivar Politico.