Nú er alt klárt til at Galaxy fer í sigling í morgin
Nú er greitt, at Galaxy fer í sigling í morgin ári, sum ætlað.
Galaxy skal sigla á suðuroyarleiðini í 8-10 vikur ímeðan Smyril er í dokk.
Men hesa ferð var tað eitt krav, at grikska manningin hevði føroysk arbeiðsloyvi fyri at kunna sigla.
Tað hevur Strandferðslan arbeitt við og rakstrarleiðarin, Niels Jørgin Nielsen, sigur, at nú eru viðurskiftini við arbeiðsloyvum, fingin í rættlag.
Sostatt er nú einki, sum forðar fyri, at Galaxy fer undir suðuroyarsiglingina í morgin ári.
Tað verða eisini nøkur av manningini á Smyrli við Galaxy.
Men bæði Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið noktaði eisini sínum limum at fara umborð á Galaxy.
Men gerðarrætturin kom til ta niðurstøðu, at tað hava tey ikki heimild til, og í dag váttar Maskinmeistarafelagið, at tey kunnu ikki nokta maskinmeistarunumat lýða tænastuboðini, teir hava fingið frá Strandferðsluni um at fara umborð á Galaxy, tí tað hevur Fasti Gerðarrættur gjørt av.
Hetta merkir samstundis, at tá ið Smyril kemur suður úr Havnini klokkan 20.30 í kvøld, loysir hann aftur og setir kós ímóti Danmark, har hann fer á Fayard Skipasmiðjuna í Munkebo á Fjóni.