Nýggjur Á-handil á Argjum reistur

Í dag varð nýggjur Á-handil reistur á Argjum.

Talan er um eina útbygging og dagføring av gomlu maskinhøllini Undir kongavarða, sum í fleiri ár hevur staðið tóm. Hetta verður nú ein nýggjur Á-handil.

Arbeiðið við at byggja nýggja handilin verður væntandi liðugt síðst í árinum, tá Á-handil nr. 11 somuleiðis letur upp. Á Argir fer at minna um Á-handilin við Sundsvegin í útsjónd.

Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðnum Undir kongavarða.