Øl, vín ella brennivín?
Tað kemur neyvan óvart á okkum, at alkohol ikki beinleiðis er gott fyri kroppin.
Onkuntið hevur verið at hoyra, at ávís sløg av rúsdrekka eru verri enn onnur, tá tað kemur til teir eyka tummarnar um búkin.
Bretskir granskarar hava nú kannað málið gjølla, og niðurstøðurnar eru greiðar. Tað upplýsir miðilin “Focus.”
Granskararnir handan kanningina “The Belly Fat and Alcohol Study” greinaðu næstan 2.000 vaksnar luttakarar millum 40 og 79 ár. Umframt teirra drekkivanar, kost og lívsstíl, vórðu BMI, blóðroyndir og kropsfeitt hjá luttakarunum gjølla kannað.
Úrslitini vísa, at slagið av alkoholi hevur stóra ávirkan á, hvar feittið setur seg.
Luttakarar, sum í høvuðsheitum drukku vín – serliga reyðvín, kláraðu seg best tá tað snúði seg um at halda búkin flatan.
Reyðvínsdrykkjarar vístu seg altso at hava minni búkfeitt, enn luttakarar sum drukku mest øl ella brennivín.
Góðu tíðindini fyri vín-elskarar steðga tó ikki har.
Granskararnir funnu nevniliga eisini útav, at reyðvín enntá kann tálma inflammatión og minka um feitt uppsamlingina. Kanska eitt glas av reyðvíni framvegis kann rættvísgerast fríggjakvøldið?
Hvítvín vísti hvørki positiva ella negativa ávirkan á búkfeitt.
Hinvegin vóru øldrykkjarar og tey, sum helst vildu hava sterkari brennivín, í munandi størri vanda fyri at fáa rundari búk. So gamla hugtakið “ølbúkur” er kanska ikki heilt av tilvild.
Onnur viðurskifti hava eisini sín leiklut . Hóast tað kann vera freistandi at kenna rúsdrekkanýtsluna, leggja granskarar dent á, at kropsvektin eisini er treytað av kosti, lívsstíli og arvafrøði.
At geva øli skyldina fyri eyka pútuna um búkin er tí ikki heilt rættvíst.
Øll sløg av rúsdrekka skulu altíð drekkast við máta.