RTÉ hóttir við boykotti av Eurovision í 2026 um Ísrael luttekur
Írska kringvarpið RTÉ, hevur boðað frá, at Írland ikki tekur lut í Eurovision-sangkappingini í 2026, um Ísrael luttekur.
Seinastu árini hava verið áheitanir um, at Írland skal boykotta kappingina, orsakað av at Ísrael er við.
Hetta fyri at vísa samleika við fólkið í Palestina.
Í nýggjari fráboðan frá í dag, hósdagin 11. september segði RTÉ, at á aðalfundinum hjá Evropeiska Kringvarpssamgonguni (EBU) í juli, høvdu fleiri limir í EBU reist áhyggjur um luttøku Ísraels í Eurovision 2026.
Írska kringvarpið upplýsti harumframt, at EBU hevur víðkað møguleikan at taka seg úr kappingini í desember eisini, uttan revsing.
-Um Írland luttekur, eru tey “samvitskuleys, tá hugsað verður um áhaldandi og ræðuligu drápini í Gaza”. Hettar skrivar eitt tíðindafólk sum starvast á miðlanum.
Víðari stendur, at RTÉ er “djúpt ørkymla av miðvísu drápinum av journalistum í Gaza, noktanini av atgongd til økið fyri altjóða journalistar , og neyðini hjá teimum gíslunum, sum eru eftir”.