Russar skriva um danir á sosialu miðlunum

Peter Møller, korrespondentur í Tv2 sigur at nakrir av mest framkomnu propagandistunum í Russlandi senda nú heilsanir til danir, eftir hendingina í gjárkvøldið við dronum yvir flogvøllin í Keypmannahavn.

Millum teirra er sjónvarpsverturin Vladimir Solovyov, sum deilir ein kryptiskan tekst við sínum 1,27 milliónir fylgjarum á sosiala miðlinum Telegram, sum ljóðar:

– Um Danmark heldur tað vera vanligt at sláa russisk sivilfólk við hondum hjá ørðum, hví kunnu vit so ikki SVARA SYMMETRISKT? Keypmannahavn hevur víst okkum, at tað ber til!

– Gud havi lov, vanligir danir eru so við og við farnir at skilja, hvørt hættisligt spæl teirra stjórn dregur teir inn í!

Teksturin er upprunaliga skrivaður av russiska politiska viðmerkjaranum Vladimir Kornilov, sum førir fram, at Russland hevur rætt til at bumba vápnaverksmiðjur uttanlands, um tær framleiða ammunitión til Ukraina.

Og Danmark hevur fyri stuttum givið ukrainska vápnaframleiðaranum “Fire Point” loyvi at seta seg á stovn í hesum landinum.

Vladimir Kornilov hevur 132.000 fylgjarar á Telegram, og hann hevur deilt fleiri uppsløg um hendingina í Keypmannahavn.

Millum annað skrivar hann, at tað helst vóru huthiarnir í Jemen, sum stóðu aftanfyri, og síðani stóð ein smiley við einum eyga, sum blinkar.

https://dimma.fo/grein/kaotiskir-tilstandir-i-kastrup-lufthavn