Samgongan raðfestir ikki heilsuverkið

Sambandsflokkurin hevur lagt sera nógva orku í at raðfesta sjúkrahúsverkið, har millum annað viðgerðartrygdin hevur verið eitt hjartamál, soleiðis at sjúklingar ikki skulu bíða ov leingi eftir at fáa viðgerð.

Tí er tað ørkymlandi at síggja, at framskrivingarnar á fíggjarlógaruppskotinum frá samgonguni ikki raðfesta heilsuverkið.

Hyggja vit eftir Landssjúkrahúsinum, er greitt, at vøksturin í játtanini bara er helvtina av tí, hon hevur verið undanfarnu árini.

Samgongan vil tálma útreiðslum – gaman í.

Men tá umleið 80% av samlaðu útreiðslunum hjá sjúkrahúsverkinum eru lønir, hvat kemur hetta so at merkja fyri starvsfólk og tænastur?

Tað halda vit, samgongan skyldar eina forkláring uppá.