Samráðingarnar um løn undir útbúgving tiknar uppaftur

Summarfrítíðin er av, og samráðingarnar um løn undir útbúgving eru tiknar uppaftur.

Partarnir halda áfram at samráðast um, hvørja løn lesandi á Heilsuskúlanum við útbúgvingarsáttmála skulu hava.

Lógin um heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga hjálpara útbúgving varð broytt í vár,

soleiðis at tey, sum gera ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara um at fara undir eina av

nevndu útbúgvingum, kunnu fáa eina ávísa løn (ikki fulla løn), meðan tey ganga í skúla, og meðan tey eru í starvsvenjing.

Ósemja er millum arbeiðsgevararnar, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini um, hvat lønin skal verða.

Arbeiðsgevararnir hava lagt seg eftir, at lønin skal liggja á einum støði, so sum avvarðandi myndugleikar arbeiddu út frá, tá lógaruppskotið varð ávegis – ein upphædd, ið mestsum er ein trífalding av upphæddini, ið næmingarnar fáa í dag.

Arbeiðsgevararnir hava tí lagt seg á eitt lønarlag, sum er rímiligt í mun til, at talan er um eitt slag av lærlingaskipan.

Í dag hava partarnir í samráðingunum – Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið – aftur umrøtt setanar- og lønarviðurskiftini hjá lesandi á Heilsuskúlanum, sum fara at gera útbúgvingarsáttmála við ein almennan/kommunalan arbeiðsgevara; tó uttan at samráðingarnar bóru á mál.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið harmast um støðuna og vóna, at partarnir skjótt finna semju um setanar- og lønarviðurskiftini hjá nevndu næmingum við útbúgvingarsáttmála.

Ein semja um lønina hjá lesandi við útbúgvingarsáttmála fer undir øllum umstøðum at betra munandi um fíggjarliga rásarúmið hjá teimum lesandi.