Skuldsettur fyri valsvik á kommunuvalinum í Oyndarfjørði

Løgreglan hevur nú skuldsett ein mann fyri valsvik í sambandi við komunuvalið í heyst. Maðurin er skuldsettur fyri valsvik í Oyndarfhjørði.

Løgreglan sigur, at av tí at talan er um eitt revsimál, sum enn verður viðgjørt, hava tey ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Málið tók seg upp eftir at tað eina valevni í Runavíkar kommunu, sum Oyndafjørður er í, fekk 102 atkvøður.

Talan er um Jonhard Danielsen, men í fínteljingini misti hann eina atkøvðu, og nú stóð á jøvnum ímillum hann og Jóhan Vest, sum fingu 101 atkøvðu í part.

Orsøkin varð, at ein atkvøða til Jonhard Danelsen í Oyndarfirði varð ógyldað við fínteljingina. Hann hevði fingið tríggjar atkvøður í Oyndarfirði, men í fíneljingini varð tann eina atkvøðan ógyldað tí hon skuldi vera so ótýðilig við tað, at hon hevði tveir krossar.

Tá ið tað stóð á jøvnum ímillum tvey valevni, mátti lutakast til, og tað vann Jóhan Vest, sum tí varð býráðslimur í staðin fyri Jonhard Danielsen.

Men tað góðtók Jonhard Danielsen ikki og meldaði sostatt fyri valskvik. Eitt nú hava tey í valnevndini skrivað krossar, sum eru sendir til tekniskar kanningar í Danmark í eini roynd at staðfesta hvør hevur skrivað krossarnar.