Størsta ferðamannaskipið í ár
‘Niew Statendam’ eitur størsta ferðamannaskipið sum vitjar okkara oyggjar í ár. Tað er umboðað av Tórshavnar Shipping.
Túrsmíður er MB Tours.
Skipið er 300 metrar til longdar, og leggur tað at í Runavík kl. 07.30 í morgin.
Skipið fer avstað aftur kl. 16.00
Umborð eru uml. 2700 ferðafólk og ein manning á uml.1000 fólk.
Cruisetoymið hja Runavíkar Havn, er sett saman av nógvum lokalum kreftum.
Tey gleða seg, og eru til reiðar at taka ímóti teimum nógvu cruisegestunum, boða tey frá á Facebook Runavíkar Havn