Tey halda øll við KÍ

Í morgin, hósdagin 31/7 – sama dag sum KÍ spælir heimadyst móti Radnicki 1923, kemur´Seven Seas Mariner’ eitt stásiligt skip á vitjan í Klaksvík.

Manningin telur uml. 450 og ferðafólkini eru bert uml. 600 í tali.

Skipið leggur at við Norðhavnina frá kl 10.00 til 23.00, og lova tey á Visit North, at tey sjálvandi fara at royna, at vísa seg frá teirra bestu síðu, soleiðis sum Klaksvíkskingar altíð gera.

Eisini skriva tey:

P.s. Vit hava fingið fjarrit frá reiðarínum, har tey fortelja at tey øll – bæði ferðafólk og manning halda við KÍ.

Visit North