Trump bjóðaði Pizza og burgarar í Washington
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at tjóðarverjan verður verandi í Washington D.C.høvuðstaðurin í USA.
Tað segði hann, sambært tíðindastovuni AFP, hósdagin, tá hann vitjaði teir 800 hermennirnir, sum hava verið útsendir til høvuðsstaðin síðani tíðligari í august.
– Vit vilja gera býin tryggan, og so verður farið víðari til onnur støð, men vit verða her eina tíð.
Vit vilja gera tað fullkomið, segði forsetin, sambært tíðindastovuni.
Fyrr á degnum segði Donald Trump, at hann fór at patruljera saman við løgregluni og hermonnum.
Tann parturin bleiv tó ikki til nakað, og forsetin helt í staðin eina stutta røðu og handaði pizzur og burgarar út til hermennirnar.
Í røðuni segði hann eisini, at hann ætlar at “viðgera” býin tá tað kemur til útsjónd.
– Eitt av tí, sum vit fara at gera nakað við, eru tykkara garðar. Eg eri góður tá tað kemur til gras, tí eg havi nógvar golfvøllir á alskyns støðum.
– Eg veit meira um illgras enn nakar, sigur hann, sambært AFP.
Sambært forsetanum var avgerðin tikin, í eini roynd at berjast ímóti brotsverkum í stórbýnum.
– Hetta er loysingardagurin í D.C., og vit fara at taka okkara høvuðsstað aftur.
Eg seti tjóðarverjuna út at endurreisa lóg, landaskipan og almennu trygdina í Washington, D.C.
– Høvuðsstaður okkara er yvirtikin av harðligum bólkum og blóðtystum brotsmonnum, segði forsetin tá, sambært Reuters.
Sambært borgarstjóranum í Washington D.C., Muriel Bowser, er tó einki, sum bendir á, at býurin hevur brúk fyri eyka trygdini.
Hon legði dent á, at býurin ikki upplivir eina øking í brotsverkum. Harumframt er støðið á harðligum brotsverkum farið niður á tað lægsta í 30 ár, sigur hon.
Tjóðarverjan í USA er vanliga undir stýrinum hjá guvernørinum í hvørjum stati, men er eisini undir stýrinum hjá stjórnini.
Hetta merkir, at hermenninir kunnu verða fyriskipaðir av forsetanum, og í høvuðsstaðnum er tað bara forsetin, sum kann senda hermenn út.
Hetta er aðru ferð í summar, at Donald Trump sendir hermenn út í ein bý, sum demokratarnir reka.
Eitt rættarmál byrjaði seinasta mánadag í San Francisco um, hvørt Trump breyti lógina, tá hann sendi tjóðarverjuna til Los Angeles í juni, uttan góðkenning frá guvernørinum í Kalifornia, Gavin Newsom.