Trygdin umborð á Galaxy: Fakfelagsformaður øtast um viðgerðina

– Ongir leysir endar skulu vera, tá ið landsins myndugleikar taka støðu til mál, har ivi er reistur um trygdina umborð á einum skipi.

Tað staðfestir Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Tí staðfestir hann, at málið um opna hekkuportrið á Galaxy sjálvandi at verða kannað út í æsir.

Hann heldur at Sjóvinnustýrið ger niðurstøður í málinum, sum tað annars sjálvt sigur, at løgreglan eigur at gera.

Men nú ongin føroyskur myndugleiki nú vil vita av málinum, fer Arnfinn Bech at venda sær til myndugleikarnar á Kýpros, har skipið er heimahoyrandi.

Arnfinn Bech sigur nevniliga í fráboðan í dag, at hann øtast um, at Sjóvinnustýrið hevur slept málinum um opna hekkuportrið á Galaxy, uttan at tað er ordiliga kannað – og við tí úrsliti, at løgreglan heldur ikki vil kanna málið.

– Skipið er heimahoyrandi á Kýpros, og formaðurin ætlar nú at vita, hvat griksku myndugleikarnir siga um málið.

– Ongin kann liva við, at eitt slíkt mál ikki verður kannað til botns, men nú sigur KvF, at hvørki Sjóvinnustýrið, ella løgreglan ætla sær at gera tað.

– Eg kann í hvussu er ikki liva við at hava limir hjá okkum umborð á einum skipi, har ivi er sáddur um trygdina, uttan at tað yvirhøvur verður kannað – sjálvt um møguleiki er fyri tí, sigur Arnfinn Bech.

Tað var í seinasta mánað, at KvF, í fleiri tíðindasendingum, viðgjørdi málið, har tað við mynd og metadata kundi staðfestast, at 1. september hevði Galaxy havt hekkuportrið á glopp á opnum havi, meðan siglt úr Havn og suður á Krambatanga.

Strandferðslan gjørdi sínar egnu kanningar og lat Sjóvinnustýrinum eina frágreiðing. Men 29. September bar KvF tíðindini, at Sjóvinnustýrið ikki gjørdi meira við málið.

Grundgevingin var, at stýrið ikki helt seg kunna prógva, at nakað skeivt var farið fram, og tí ikki ætlaði at melda málið til løgregluna.

Í dag frættist so, at maðurin, sum tók myndina, ikki slapp at melda málið til løgregluna, tí hon vísti til júst Sjóvinnustýrið, ið er ábyrgdarmyndugleiki á økinum – og sum altso fyrr í vikuni gjørdi av onki at gera við málið.

Arnfinn Bech dugir ikki at meta um, hvørt løgreglan ber seg rætt at við at við at venda eini fráboðan í hurðini, men hann heldur lítið góðs vera í frágreiðingunum, sum Strandferðslan og Sjóvinnustýrið eru komin við um opna hekkuportrið á Galaxy.

Og serliga lítið heldur hann um grundgevingina hjá stjóranum í Sjóvinnustýrinum um ikki at gera meira við málið.

– Stjórin sigur, at tey kunnu ikki lyfta próvbyrðuna, men er tað ikki løgreglan, sum skal lyfta próvbyrðuna, spyr hann

Stjórin hevur lagt dent á, at tey ikki gera avhoyringar og nágreiniligar kanningar av øðrum enn sjálvum skipinum, tí tað er løgreglan betri ført fyri at gera.

– Nú ger hann so kortini eina niðurstøðu um próvbyrðuna,  uttan yvirhøvur at geva tí rúkandi revolvaranum í málinum ans – og ger bara av, at hetta er heldur ikki eitt mál fyri løgregluna at kanna, sigur Arnfinn Bech.

Hann heldur málið vera onki minni enn eina gølu, ikki minst tí talan er um eitt stórt ferðamannaskip, sum kann hava fleiri hundrað ferðafólk umborð.

Samstundis vil myndugleikin heldur ikki, at dentur eigur at leggjast á sjálvt kjarnuprógvið í málinum, nevniliga myndina av opna hekkuportrinum.

– Sambært tí, sum stjórin í Sjóvinnustýrinum hevur sagt, hava tey bara kannað, um hekkuportrið nú verður latið aftur, sum tað skal, og hvat stendur í skipsdagbókini.

– Sambært henni er alt í lagi, men kortini hava vit sæð eina mynd, sum vísir nakað heilt annað, og hon er – eisini sambært stjóranum í Sjóvinnustýrinum – als ikki kannað og verður tað heldur ikki.

Í frágreiðing, sum Strandferðslan hevur latið Sjóvinnustýrinum, skrivar rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni, at tey ongan rætt hava at seta spurnartekn við dugnaskapin hjá griksku manningini, tí Grikkaland er ein stolt sjófartstjóð við einari fleiri túsund ára langari sjófartssøgu, og grikski skiparin er 75 ár.

– Henda viðmerkingin kann best fatast sum ein speisk viðmerking til Strandferðsluna sjálva og serliga Sjóvinnustýrið, heldur Arnfinn Bech.

– Eg ivist ikki í, at sum heild duga grikkar góðan sjómansskap, sjálvt um tað – og aldurin á skiparanum – sjálvandi er fullkomiliga óviðkomandi fyri hetta málið, sigur hann.

Men hetta fær met at spyrja, hvussu góður okkara egni sjómansskapur er, tá vit eru so líkasæl og jánkaslig við okkara eftirliti við trygdini á sjónum, at vit ikki so frægt sum vilja kanna ítøkiligt próvtilfar, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.