Tvístøður í ríkisfelagsskapinum
Nú eru geopolitiskir spenningar í Arktis og Norðuratlantshavi. Teir ávirka Føroyar, Grønland og Danmark á ymsan hátt – og hesi trý lond eru sambundin í Ríkisfelagsskapinum.
Haraftrat eru ymsar reglur alt eftir, um tað snýr seg um uttanríkis-, verju- ella trygdarpolitikk. Tá reglurnar broytast, broytist innanhýsis samstarvið eisini. Veruliga orsøkin til áhugan hjá londunum er eisini ring at síggja, tí tað, sum avtalað verður í loyndum, samsvarar ikki altíð við tað, sum kemur fram alment.
Eisini koma nógv hugskot fram í ljósmála, sum snúgva seg um, at samstarvið millum hesi trý lond skal broytast, bæði tað, sum grundlógin fevni um, og ymiskt annað. Hetta elvir til tað, ið vit kunnu kalla tvístøður, bæði í Havn, Nuuk og Keypmannahavn.
Hetta lítla savn fevnir um nakrar beinraknar greinar um slíkar tvístøður. Ein tvístøða er ein støða ella ein trupulleiki, har veljast kann millum tveir kostir ella fleiri, sum bæði eru mótsetningar og eisini eins góðir ella eins vánaligir, tá ið roynt verður at seta upp í skipan við fyrimunum og vansum.
Ætlanin er ikki at koma við endaligari loysn ella mæla til ítøkiligar broytingar, men bara at varpa ljós á tvístøður, sum kanska eingin loysn er á. Í øllum førum er trupult at síggja nakra loysn, ið er tann einasta rætta. Frægast man vera at lata politikararnar taka støðu í málinum og raðfesta.
Í hesi ætlan kom eitt annað umráðandi undan kavi, nevniliga tað, at ein tvístøða altíð hevur eitt ávíst sjónarhorn. Okkurt kann tykjast sjálvsagt í Keypmannahavn, men kanska vera eitt trupult val í Havn ella í Nuuk, og øvut, tí støðið undir sjálvsfatanini hjá teimum, ið skulu velja, er ikki altíð tað sama.
Greitt er fyri teimum flestu í Grønlandi og Føroyum, at tað er ikki bara ein almennur geiri í Ríkisfelagsskapinum, men tríggir. Nógvir grønlendingar og ikki so fáir føroyingar fylgja við í tí, sum donsku fjølmiðlarnir siga um lond teirra.
Tað er ikki altíð, at tað, ið miðlarnir siga, er tað sama sum tað, teir halda um síni egnu samfeløg, men teir fáa eina góða fatan av tí, sum danir hugsa og vilja. Men danir hugsa ikki so nógv um tað, sum føroyingar og grønlendingar siga um trupulleikarnar í egnum landi og trupulleikar, sum teir hava við Danmark.
Vónað verður, at umrøðan av hesum tvístøðum fer at elva til kjak í Føroyum, Grønlandi og Danmark, og eisini til kjak millum teir almennu geirarnar í Ríkisfelagsskapinum.
Hetta tekstasavn hevur fingið fígging frá Granskingarráðnum og pening av donsku fíggjarlógini til policy-gransking í Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic. Lagt varð aftrat fíggjarætlanini hjá hesi verkætlan við fígging frá DIIS’ Forsvars- og Sikkerhedspolitiske Studier (FSPS), og sostatt varð pláss í hesum tekstasavni fyri einum kapitli aftrat um verju- og trygdarpolitikk.
Nakrar av áskoðanunum í tekstasavninum taka við, har aðrar verkætlanir sleptu, verkætlanir, sum eisini fingu fígging frá Granskingarráðnum og tí, ið tað hevði at lata av. Fyri hesi avgerð stóðu granskarar á Fróðskaparsetrinum, Ilisimatusarfik, Universitetinum í Keypmannahavn og Tankasmiðjuni Dig-In.
Nóg mikið var ikki til at samsýna granskarunum fyri íkøstini, og er hetta tekstasavn tískil sett saman vegna vitanina, sum høvundarnir høvdu frammanundan um hesi viðurskifti, og møguleikar teirra at taka av undanfarnum granskingarverkætlanum.
Kjakast varð um íkøstini við aðrar granskarar, lesandi, fólk við royndum og politikarar á seminarum í Keypmannahavn, Havn og Nuuk.
Uttan hesi stak góðu orðaskifti hevði henda verkætlan dottið niðurfyri. Ábyrgdina av endaligu orðunum um tvístøðurnar eiga høvundarnir