UM MØNUSTINGARAR, HÍT OG OKTOBER… ALT MEÐAN HOP ER…ENN…
…hmm…nú spurdist um allar miðlageilar, at ein mønustingari var stolin í Bø… miðlaliga kundi hetta javnast við, tá ein prestur eina languføstu seint í fýrsunum læt orðið „hít“ gleppa í útvarpinum…
…tað vóru tíðindi við lít …tá…vørp, bløð og alt samfelagið á gosi…
…harðastu fanar gingu bleikir og tómoygir um túnini… í seks bygdum fingu siðprúðar konur dánilsi og lógu sum deyðar…evangelistar mistu ondina og møti máttu avlýsast heilt til eftir hvítusunnu …bispur…enn tó bara vara…fór undir heilt… hvørki hoyrdist ella sást aftur fyrr enn í ólavsøkukrúðgonguni…
…jú, men var tað grúiligt…
…djevulin so satt komin til Føroyar…og ikki bara til Havnar í onkrum stríggjhærdum marx-spots-líki, eingin toluliga rættsiktaður kortini legði í at lurta eftir… sama hvussu tað brúkti seg…
…nei, nú stóð á øðrum nøglum…nú galt um sálina…um sæluna…sjálvan ævinleikan…óveðursbakkin, sum longu hevði staðið og hótt úti undir búskaparligu væðingini nakrar mánaðir við vaksandi uttanlandaskuld og tvingsilssølum, kámaðist burtur í samfelagstilvitinum…menn slógu ólagaligar forsagnir upp í glens…hvat áttu frøðingar…summir enntá danskir…at vita um teir stóru spurningarnar…teir sóu gudsdoyð ikki longur enn at klædninginum hjá hvørjum øðrum… skuldu betur tikið ketildrakt um bak… farið til arbeiðis…gjørt okkurt til nyttu…
…og tá Guð so… í september nítjanhundrað og hálvfems… av síni náðiligu tilvild… unti føroyingum ein fótbóltssiður í Landskrona… var tað sum fanin var syftur…endaliga…lá so lágt við hala, hógvum og øllum sínum gerningum… at framtíðin… hvít, blá og reyð…ongantíð hevði sýnst tryggari enn tað sama…ella fagrari…
…tí ivaðist eingin í …føroyingar stóðu øllum kurl…hvørjum vanda…hvørji kreppu…ikki fyrr enn rúm tvey ár seinni, tá samfelagið…við kaldan dreym…vaknaði ein oktobermorgun undir politiska og búskaparliga raplinum av síni egnu fáfongd…
…og nú ein dagin…hálvfjøruti ár seinni…skrivaði ein búskaparfrøðingur um tilfeingisrentu… vísti á, at hevði løgtingið í tjúguhundrað og trý og tjúgu kravt inn „alla tilfeingisrentuna frá teimum fyritøkum, sum fingu frammíhjá loyvi til fiskivinnu og aling, so hevði tað, sum kom inn aftrat, kunna goldið 1) allan landsskattin hjá vanligu húskjunum, ella 2) allar útreiðslur til sjúkrahús og barnaskúlar samanlagt“…
…men hetta vóru smá tíðindi… afturímóti stolna mønustingaranum í Bø…miðlarnir virdu tey ikki eitt orð …
…íðan hvat tá..
…á tingi…í politiskum flokkum …í feløgum hjá reiðarum og arbeiðsgevarum…í vinnuhúsum…búskaparráðum og enntá fakfeløgum…í býráðum og kommunum…á møtum…í kirkjum…í túnum, í bilum og handilsbýlingum frá Sumba til Viðareiðis… eru menn tigandi einmæltir um, at hesin búskaparfrøðingurin…eins og aðrir av sama frøðibergi brotnir… betur átti at lyft nøsina upp úr bókum sínum eitt tak, rist støvið av sær og tikið ketildrakt um bak… gjørt okkurt til nyttu fyri einaferð skyld…
…og tað sum tingið…flokkar…reiðarar…vinnuhús…búskaparráð…fakfeløg…býráð og kommunur…ja, alt ið menn sammælast um á møtum, í kirkjum, í túnum, í bilum og handilsbýlingum… tað halda miðlarnir fyri sjálvsagt og óneyðugt at seta spurnartekin við…hvat tá…
…tískil eru orðini hjá búskaparfrøðinginum ikki tíðindaverd…hóast tey hava óreingiligt hald í veruleikanum…og hóast flest inst inni vita, at samfelagsligar treingingar…eitt nú høgur bústaðarkostnaður og hvørt um annað svínfúlir matvøruprísir, skerd vælferð, fíggjarliga kroystir pensjonistar, landskassahall, almennar sparingar o.s.fr. …ikki fara at lætna…ikki eitt viðursvet… fyrr enn flokkar, fakfeløg og onnur við teimum taka bløkini úr eygunum í sær… tora at síggja og siga, hvønn skaða fáveldið ger og hevur gjørt føroyskari vælferð, alt síðan tað helt sína eymu innreið eina tingnátt í desember tjúguhundrað og nítjan…
…upp á framtíðina hevur samfelagið sostatt tvinnar ómjúkar kostir í boði…annaðhvørt at gera upp upp við fáveldisskaptan ójavnað og krevja, at fyritøkurnar við framíhjáloyvum til fiskivinnu og aling rinda tað, tær av rættum eiga fyri síni loyvi…ella at balast annars…sum best tað fær… við tær treingingar, ið standast av at tiga og lata sær lynda…
…hinvegin man tað sannlíkari…tíverri… at samfelagið…sær sjálvum so líkt …fer at velja hvørki…hvørki uppgerð við fáveldið…ella ábyrgdina av ikki at forsøma tað…og í staðin gera sær útvegir fyri framtíðina við tiltaksloysi og innbilningi upp á tær barnsligu vánir, at danski skattgjaldarin fer at sita við endan tann oktobermorgunin, tá føroyingar enn eina ferðina standa nakkalangir uppi í raplinum av síni politisku fáfongd…
…ella líka veit eg…soleiðis limraði íspegilin í morgun…:…
Er ein stingari stolin í Bø,
Straks gorrar hvør tíðindastøð,
Men um tilfeingisrentu
Og við tøgn í mentu
Siga tær somu bara agø.
…ótung er ábyrgd upp á annarra kostnað …