Vìkingur takkar Poul fyri tíðina

Ferðalagið hjá Víkingi kom í nátt kom aftur úr Norður Írlandi, og Víkingir takkar á Facebook viðhaldsfólkunum fyri stuðulin.

Men longu nú er ein leikari farin av landinum aftur, og talan er sjálvandi um Poul Kallsberg, sum er seldur til Hillerød.

Poul skrivaði undir við Víking áðrenn kappingarbyrjan 2023, 19 ára gamal. Eitt ungt talent av Strondum, við stórum ambitiónum, sum tá einans hevði umboðað barndómsfelagið Skála ÍF.

Tvey og eitt hálvt ár bleiv tað til í Víkingi, og sigast má, at Poul hevur ment seg við risafetum, ta tíðina hann hevur verið í Sarpugerði.

Ein ungur harri, sum hevur arbeitt knallhart, fyri at koma hartil, ið hann er í dag. Poul hevur ment seg til ein lyklaleikara í Betri deildini, og hevur eisini fingið sín elddóp fyri A-landsliðið, so tað er einki at ivast í, at tað er ein stórur missur fyri okkum, nú Poul er farin til Danmarkar.

Takk fyri tíðina Poul og allarbestu eydnu í Danmark! Hurðin í Sarpugerði stendur altíð opin, um tað skuldi blivið aktuelt í framtíðini, skrivar Víkingur at enda á Facebook.

Sí filmsbrot her, frá Portalinum, har Poul takkar Víkingum fyri tíðina: ⁦Video

Myndir: EyP, Portal.fo & FM1