Vil hava at vita hví prísurin er ymiskur
Hví er so stórur munur á prísinum á ferðaseðlum við Bygdaleiðum, hóast strekkið er tað sama?
Tað vil Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, fyri Javnaðarflokkin, hava Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, at svara upp á.
Hann tekur koyringina hjá Bygdaleiðum til Vestmanna, og til Sandavágs, fram sum dømi.
Tað eru 38,15 kilometrar, umframt Vágatunnilin, at koyra ímillum Sandavág og Havnina, og ferðaseðilin kostar 95 kr.
Tað er eitt lítið sindur longri, ella 38,38 kilometrar ímillum Vestmanna og Havnina, men tann ferðaseðilin kostar 55 krónur.
Sostatt rinda ferðafólk við Bygdaleiðum 40 krónur fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin – hóast tað annars bara kostar 25 krónur hjá einum bussi at koyra ígjøgnum tunnilin.
Løgtingsmaðurin vil eisini hava landsstýrismannin at hugleiða um ein slíkur prísmunur kann fáa fólk at aftra seg við at brúka Bygdaleiðir – og um hann annars er sinnaður at endurskoða prísin á ferðaseðlum við tí endamáli at rætta teir ójavnar, sum kanska eru í prísskipanini.
Og so spyr Jóhannis Joensen eisini Jóhan Christiansen um nøkur ætlan er um at broyta prísskipanina hjá Bygdaleiðum so at útlendingar rinda meiri fyri ferðaseðilin enn tey, sum búgva í Føroyum, gera.