Vil hava føroyingar til háskúla í Lofoten

Í eitt ár hevur Tinna Dianudóttir Hentze undirvíst á Lofoten Folkhøgskole, sum er ein háskúli í Norðurnoregi. 

Tað byrjaði við, at hon sjálv las í Lofoten, har ið hon fekk sær bachelor í útilívi.

Tinnu hevur altíð dámað væl at verið í úti í náttúrini. Tá ið hon fekk starv í boðið í Lofoten, gjørdi hon skjótt av:

– Hetta er ein góður háskúli við nógvum møguleikum. Dentur verður lagdur á at menna einstaklingin – bæði menniskjansliga og fakliga, sigur Tinna.

Á háskúlanum ganga næmingar úr øðrum Norðurlondum so sum Noregi, Svøríki og Danmark – men eisini koma summi úr Týskland og handan hav úr Amerika og Kolumbia.

Dreymurin hjá Tinnu er at fáa fleiri føroyingar á háskúlan. Einasta treyt fyri at sleppa á háskúlan er, at mann skal hava fylt 18 ár, vísir Tinna á.