Vístur av landinum og fingið treytaleysa fongsulsstraf

32 ára gamli filipinin sum breyt inn og framdi serliga grovan ella vandamiklan harðskap í Skálafirði 21. november í fjør , hevur í Føroya rætti, gingið eitt árs treytaleyst fongsul. Harafturat bleiv hann vístur av landinum.

Hann kærdi dómin og hevur verið í varðhaldi inntil nú, har málið var viðgjørt í landsrættinum. 

Maðurin situr nú aftur í Mjørkadali, har hann hevur sitið í níggju mánaðir.

Restin sum er eftir av dóminum verður hann sitandi i Mjørkadali, og hareftir verður hann sendur av landinum. Tað sigur høvuðsákærin, Katrin Thorsvig Hansen við Kvf í dag.