“Vit eru føroyingar” er nú á Spotify

Vit hava spurt Hallur Joensen, um hann kann siga eitt sindur um nýggja lagið, hann gav út tann 8. juli.

Hvar frá er íblásturin komin til orðingina?

-“Vit eru føroyingar” er ein nýggjur og fangandi sangur, sum lýsir tað, sum vit føroyingar eru kendir fyri – eitt samhaldsfast og hjartaligt fólk við sterkum røtum, góðum skemti og stórari virðing fyri mentan, náttúru og ítrótti.

Vit eru eitt lítið land, men við stórum hjarta og stórum viljastyrki – og tað sæst aftur bæði í tónleiki, trivnaði og ítrótti.

Sangurin er ein kærkomin heilsan til okkum sjálvi – eitt bragd av føroyskum styrki og samleika við einum tónleikaligum smíli, sigur Hallur at enda.

Ógvuliga passandi er lagið nú komið á Spotify og Youtube, júst í teimun døgunum har okkara dugnaligu ítrottarfólk fara at kappast á oyggjaleikunum á Orknoyggjum.

Hoyr lagið her Spotify Youtube

Hallur boðaði eisini fyrr í vikuni frá í Kvf, at vit hava meira at gleða okkum til.

Hann hevur eina áhugaverda útgávu á veg, eina duet saman við Kristinu Bærentsen.

Men tað frætta vit meira um tá tað nærkast.

“Vit eru føroyingar”

Orðini eru skrivað av Andrias Justesen, Niclas Johannesen, Hallur Joensen og Jákup Zachariassen, og lagið er gjørt av Jákup Zachariassen, sum eisini hevur staðið fyri útseting, upptøku og framleiðslu í JakZac-Studio.

Tey, ið luttaka á upptøkuni, eru:

Josva Debes – trummur

Eyðun Johannesen – bass og klaver

Jákup Zachariassen – elgittar, akustisk gittar og steelgittar

Filip Zachariassen, Jónas Gaard, Teitur Marnarson Andreasen, Bárður Petersen og Jákup Zachariassen – kór

Mix og mastering er gjørt av Óla Poulsen.