Fríkendur í Føroya Rætti, dømdur í landsrættinum

Fríkendur í Føroya Rætti, dømdur í landsrættinum

 

Ein føroyingur í 40’unum er í dag dømdur í landsrættinum fyri smugling av rúsevnum. Maðurin varð fríkendur í Føroya Rætti í fjør.

Maðurin var ákærdur fyri, saman við tveimum øðrum, at hava lagt til rættis smugling av 168 gramm av MDMA til Føroya. Maðurin skuldi, sambært ákæruni, taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.

Føroya Rættur metti, at tað ikki var prógv fyri, at hann var partur av smuglingini. Hini bæði fólkini í málinum vórðu dømd ávikavist eitt ár, og eitt ár og seks mánaðatreytaleysa fongsulsrevsing. 

 Ákæruvaldið kærdi frídømingina til landssrættin, sum í dag hevur dømtmannin sekan. Hann fekk eitt árs og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.