Fer eftir deyðarevsing

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava, at dráp í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C., verður revsað við deyða.

– Um onkur drepur onkran í høvuðsstaðnum, Washington D.C., fara vit eftir deyðarevsing, segði hann sambært Reuters á stjórnarfundi týskvøldið danska tíð.

Fráboðanin kemur eftir uml. tveimun vikum, har hundraðtals hermenn úr tjóðarverjuni hava verið sendir út í gøturnar í býnum at fáa “ruddað upp”.

Fleiri amerikanskir ​​statir undir leiðslu av republikanskum guvernørum, ​​fara nú at senda fleiri hundrað hermenn frá tjóðarverjuni til Washington D.C.

Hetta er eitt ískoyti til teir 800 tjóðarverjuhermennirnir, sum longu eru útsettir í høvuðsstaðnum.

West Virginia sendir millum 300 og 400 hermenn, South Carolina sendir 200 og Ohio fer at senda 150 hermenn – tað vil siga upp til 750 hermenn afturat.