Hanus er á liðnum fyri 20. ferð

Hanus Sørensen, sum spælir í NK Triglav Kranj í Slovenia, er millum teir fyrstu ellivu á føroyska landsliðnum í kvøld.

Fyrsta bríksl ímóti Kroatia verður klokkan 19.45, og Eyðun Klakstein landsliðsvenjari hevur gjørt av, at Hanus Sørensen verður ytstur á miðvøllinum í vinstru. Hetta er 20. ferðin, at Hanus Sørensen verður á landsliðnum.

Ytstur á miðvøllinum í høgru verður Árni Frederiksberg, sum í høgru fer at spæla saman við liðfelagnum í KÍ Jóannesi K. Danielsen, ið er vongverji í høgru.

Ivi var um, hvør fór at vera undir liðini á Brandi H. Olsen á sentrala miðvøllinum, og hvør fór at vera fremsti maður.

Jákup B. Andreasen, KÍ liðformaðurin, verður sentralur miðvallari, og Meinhard E. Olsen verður fremsti maður.

 Føroyar – Kroatia kl. 19.45

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andrasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Samuel Johansen Chukwudi, Jann J. Benjaminsen, Martin Agnarsson, Adrian Justinussen, Poul Kallsberg, Noah Mnenéy, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Jóan Símun Edmundsson