Frá Burger King til Roskilde Festival
Lea Eyðbjørg eitur unga songkvinnan sum í fjør, av álvara byrjaði at gera um seg á danska tónleikapallinum.
Hon hevur ein føroyskan pápa, Janus Trúgvason, sum spælur við Safir, umframt at hann spælur sjálvur. Mamma hennara er donsk, og er Lea Eyðbjørg fødd og uppvaksin í Danmark.
Lea Eyðbjørg hevur lært frá pápa sínum, at spæla gittara og skriva sangir. Men annars syngja øll í familjuni nógv, greiddi Lea frá í einari samrøðu við Kvf í fjør.
Lea fær nógva umrøðu í donsku miðlunum. sekshjerter.dk er ein teirra sum hava umrøtt hana. Tey skriva at Lea debuteraði í oktober 2023 við staklagnum Blå nætter, sum beinanvegin fann vegin til bæði føroyskar og danskar útvarpsstøðir.
Síðani tá hevur tónleikurin hjá henni fingið rúmd við einum vaksandi áhoyraraskara, og uppá minni enn tvey ár, er hon flutt frá einum dagstarvi í Burger King, til millum annað at lata upp First Days-skránna hjá Roskilde Festival í ár.
Lea Eyðbjørg skal spæla í Vega í Keypmannahavn tann 17.oktobur og á VinDanmark i Aarhus tann 25.oktobur