Alment útboð – Ítróttahøll í Sørvági

Sørvágs Kommuna hevur myndað eina byggiskrá, sum skal seta sjøtil á at fáa nýggja ítróttahøll í

Sørvági – eitt stórt og eftirspurt íløguverk, sum hevur verið ávegis í nógv ár. Hetta er eitt stórt stig

fyri ítróttarlívið og trivnaðin í kommununi.

Sørvágs Ítróttarfelag hevur í nógv ár verið ímyndin av ítróttalívinum í Sørvágs kommunu. Skal

felagið hava møguleika at halda fram við góðu gongdini, er neyðugt at betra um karmarnar. Nýggja

høllin er tí avgerandi fyri, at virksemið hjá Sørvágs ítróttarfelag kann vaksa – og tað er við stórari

gleði, at vit nú seta gongd á.

Høllin er tó ikki bert ætlað til flogbóltin. Við nýggju høllini vilja vit eisini leggja lunnar undir, at

aðar innandura ítróttargreinar kunnu mennast.

Vegna Sørvágs Kommunu verður í boðið at geva tilboð uppá Ítróttahøllina í Sørvági. Talan er um

heildararbeiðstøku við almennum útboði.

Arbeiðið fevnir um at sniðgeva og byggja nýggja ítróttahøll í Sørvági við øllum hentleikum og

rúmum, ið skulu til fyri, at ein høll skal kunna brúkast. Fyrsti partur av høllini, sum skal byggjast, er

sjálvur bygningurin. Eftir hetta er ætlanin at gera uttanumøki og parkeringsøki.

Fyritøkur, ið eru áhugaðar, kunnu senda teldupost til [email protected] og upplýsa skrásetingarnummar.

Heitið á teldupostinum skal vera “Ítróttarhøllin í Sørvági – Útbjóðingartilfar”.

Sørvágs kommuna vónar, at hetta arbeiðið verður til stóra gleði og gagns fyri borgararnar í

kommununi, og at nýggja ítróttahøllin verður ein karmur, sum bæði styrkir ítróttin, mentanina og

felagsskapin í bygdini – nú og í mong ár fram.