Deni er á heimavølli í Serbia

KÍ ferðalagið er komið til Serbia, har dystur í Europa Conference League verður hóskvøldið.

Ferðalagið fór í gjárkvøldið úr Vágum, og í morgun varð farið við leiguflogfarið úr Kastrup og suður til Beograd. Ferðast var í leiguflogfarið. Tað eru 20 spælarar og 10 hjálparfólk í ferðalagnum.

Leiguflogfarið við KÍ ferðalagnum lendi fyrrapartin í Beograd, og síðani var í bussi koyrt í tveir tímar suður til  Kragujevac, har dysturin ímóti Radnički 1923 verður hóskvøldið klokkan 19.

Í KÍ hópinum er ein spælari úr Serbia. Tað er Deni Pavlovic, sum hevur verið í Klaksvík síðani 2018. 31 ára gamli verjukendi spælarin hevur sambært FaroeSoccer spælt 148 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 16 mál, og í europeisku kappingunum hevur Deni spælt 43 dystir og skorað seks mál.

Í 2-0 heimasigrinum ímóti finska SJK síðsta hóskvøld var Deni Pavlovic eyðsýndur miðverji. Ivaleyst verður serbiski spælarin eisini millum teir fyrstu ellivu hóskvøldið. Tað verður tikið til í Klaksvík, at Deni stórtrívst, tá ið talan er um stórar europeiskar avbjóðingar.

Serbisku miðlarnir vita sjálvandi, at ein av KÍ spælarunum er úr Serbia, og tí verður tað ivaleyst Deni, sum tað verður serligur áhugi fyri at tosa við, tá ið Magnus Powell KÍ venjarin og onkrir spælarar fara at hitta pressuna.

Tá ið KÍ ferðalagið lendi í Beograd fyrrapartin vóru foreldrini hjá Deni og tóku ímóti. Tey eru ikki ókend við Føroyar og føroyskan fótbólt. Umframt at sonur teirra hevur spælt við KÍ síðani 2018, so hevur pápin í trimum umførum verið venjari á Tvøroyri.

Í 1997 og 1998 var Zoran Pavlovic bæði spælari og venjari hjá TB. Í 2023 var Zoran Pavlovic aftur á Tvøroyri, men tá var steðgurin ikki so langur. Hann var venjari fimm teir fyrstu dystirnar, og so fór hann til hús.