Føroyar eru millum 20 tey bestu í heiminum

Føroyar vunnu sær í dag javnleik, 26-26, móti Argentina í seinastu sekundunum og vunnu harvið bólkin í millumrunduni í HM President´s Cup og koma harvið at spæla um 17. – 20. pláss av 32. Hesir dystirnir verða hósdagin og fríggjadagin.

Føroyar høvdu leiðsluna allan fyrra hálvleik, sum endaði 15-14. Okkara vóru eitt skifti frammanfyri við 4 í fyrra hálvleiki, men vóru argentinar drúgvir. Talan er um ein góðan árgang hjá argentinum við fleiri dugnaligum duell-leikarum, og var hetta nakað føroyska verjan stríddist við ein stóran part av dystinum. Í føroyska álopinum var Rúnar Hammer serstakliga vælleikandi í dag. Hann tók stóra ábyrgd og var flúgvandi við sínum kvika mann-móti-mann-spæli.

Argentinar fingu betru byrjanina uppá seinna hálvleik. Nakrar óhepnar støður, føroyskar villur og brend skot gjørdu sítt til at Argentina løgdu seg á odda. Munurin var tó ongantíð meira enn eitt mál og skiftust liðini um at hava leiðsluna. Argentina hevði leiðsluna í seinasta minuttinum, men vælleikandi Rúnar Hammer, sum til dagliga spælir í Bjerringbro-Silkeborg, tók sakina í sínar hendur og javnaði tá tvey sekund restaðu. Eftir dystarlok var Rúnar eisini kosin besti leikari í dystinum, hann var eisini toppskjútti við 11 málum.

Javnleikurin merkir, at Føroyar vinna bólkin í niðara millumumfarinum við betri málmuni enn Argentina, og skulu spæla um plássini 17 til 20 í HM-endaspælinum. Hetta saman við Portugal, Kroatia og Tunesia. Næsti dysturin verður hósdagin kl. 17.30 móti Portugal. Allir dystir kunnu stroymast á youtuberáini “IHF competitions”.

Dystargongdin Føroyar – Argentina:

5 min. 3-3

10 min. 5-4

15 min. 8-5

20 min. 10-8

25 min. 13-10

30 min. 15-14

35 min. 16-16

40 min. 18-18

45 min. 19-20

50 min. 23-22

55 min. 24-24

60 min. 26-26

Málskjúttar hjá Føroyum:

Rúnar Hammer 11

Jákup Egholm 7 (4)

Fríði í Innistovu 3

Pauli Ramussen 2

Magnus Árason 2

Jón Midjord 1

Málverjar:

Ingi Johannesen 5 bjargingar, 21%