Føroyskar kvinnur við bróstkrabba skulu nú skifta sjúkrahús
Í nøkur ár hevur Landssjúkrahúsið havt avtalu við universitetssjúkrahúsið í Aalborg um at viðgera kvinnur í Føroyum fyri bróstkrabba.
Men nú skulu kvinnur við bróstkrabba á eitt annað sjúkrahús.
Tað er støðan eftir at sjúkrahúsið í Aalborg fyrr í summar boðaði frá, at avtalan um bróstkrabbaviðgerð fór at verða søgd upp, galdandi frá í gjár, 1.septembur.
Síðani hevur Landssjúkrahúsið virka fyri at fáa eina nýggja avtalu við Herlev/Gentofte Hospital um bróstkrabbaviðgerð.
Landssjúkrahúsið sigur, at avtala er eisini fingin í lag við sjúkrahúsið um at viðgera kvinnur í Føroyum við bróstkrabba.
Herlev/Gentofte er partur av høvuðstaðarøkinum.
Tey siga, at sjúklingar verða, enn sum áður, kannaðir á Landssjúkrahúsinum. Og er tørvur á viðgerð, verður tað á Krabbameinsdeildini á Herlev Hospital.
Samstundis verður uppihald framhaldandi veitt kvinnum, ið skulu til skurðviðgerð í Herlev, ímeðan tær eru í viðgerð.
Landssjúkrahúsið sigur, at deildin fyri krabbaviðgerðir á Herlev/Gentofte Hospital er ein tann størsta og fremsta í Danmark á hesum øki.
Á deildini eru eini 560 fólk í starvi og tey altjóða serkunnleika í krabbameinsviðgerð.
Landssjúkrahúsið sigur, at tey hava lagt seg eftir at gera eina dygdargóða avtalu, ið lýkur nútímans krøv til krabbameinsviðgerð og tí fegnast tey um, at hendan avtalan er fingin í lag.