Mentanardagar eru í Fuglafirði

Mentanardagar eru í Fuglafirði hettar vikuskiftið, teir byrjaðu longu í gjár, har familjumikudagur var hildin við bæði máltíð og einari kreativari løtu.

Hesir dagarnir eru á tremur við tiltøkum fyri allar aldursbólkar, og fyri allar áhugabólkar.

Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu sigur, at tey vænta sær nógvar gestir, eins og tað plagar at vera á hvørjum ári.

Hon nevnir nøkur av tiltøkunum, sum kanska eru eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

T.d. verður sand-flogbóltskapping allar dagarnir, umframt Snarathlon, konsert í svimjihøllini og filmframsýning á Muntra av vælumtøkta filminum “Seinasta paradís á jørð”. Keyp atgongumerki her.

Regnskjólagøtan er eisini sum vant. Har verður livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall. Eisini felagssangur við Sámali, Njáli og Fuglafjarðar Harmonikufelag verður har.

Tað skal regna eitt sindur siga veðurmenninir. Í so fall er Regnskjólagøtan eitt gott stað at halda seg til.

Fjøruflyrr er ein barr hugnalig við 80-ara. tónleiki, “flyrr” er eitt “Fuglafjarðasligt” orð. Tað merkir at “man/øll skulu hava tað gott”, sigur Rønn.

Skráin er altso stór og fjølbroyt, so tað sær út til at vikuskiftið verður festligt í Fuglafirði.

Skráin sum PDF

Tilráðiligt er at koma í góðari tíð, fyri at sleppa undan alt ov langari kø, til at at fáa armbond uppá.