Úr Brøndby og á Vágseið

FC Suðuroy og HB fara klokkan fýra seinnapartin at spæla landskappingardyst á Vágseiði. Talan er um fyrsta landskappingardystin hjá báðum hesum feløgunum síðani summarsteðgin.

Í FC Suðuroy hava teir vant uttan slit, síðani 5. juli, tá ið tað endaði við 4-3 heimasigri ímóti 07 Vestur.

Heldur ikki í HB hevur talan verið um summarsteðg. HB spældi hóskvøldið seinna dystin í Conference League í Brøndby, og tað var fínt HB avrik. Tað setur tingini í perspektiv, at Brøndby vann 1- ímóti HB, og at Brøndby í gjárkvøldi á sama vølli tapti 2-0 í landskappingini ímóti Viborg.

Norski álopsspælarin Jonas Enkerud er ikki við HB í Suðuroy. Eftir dystin í Brøndby takkaði hann fyri seg í HB og er farin til hús aftur. Í HB spældi hann 16 landskappingardystir og skoraði trý mál, umframt at hann var við í einum dysti í kappingini um løgmanssteypið og tveimum dystum í Conference League.

FC Suðuroy hevur somu manning sum undan summarsteðginum.

30. mars vann HB 4-0 í Gundadali ímóti FC Suðuroy.

Í gjár var ein landskappingardystur í bestu deildini. NSÍ vann tryggan 3-1 sigur á útivølli ímóti grannunum í B68.

FC Suðuroy – HB: Heini Ziskason Viðoy kl. 16.00