Geza og Grimsby feldu Manchester United

Tað var total fiasko hjá Manchester United, tá ið stórfelagið í kvøld varð varpað úr Carabao Cup.

Mótstøðuliðið var Grimsby Town, og frá føroyskum sjónarmiði er tað serliga áhugavert, at ein føroyskur spælari er á liðnum hjá Grimsby Town.

Tað er Geza Dávid Turi, sum fyrr í ár flutti úr Víkingi og Sarpugerði og til liðið í eingilsku League Two.

Geza Dávid Turi varð skiftur inn á miðvøllin hjá Grimsby í 64. minutti. Tá var støðan 2-0 til heimaliðið, sum skoraði í 22. og 30. minutti. Eitt korter undan leikloki minkaði Manchester United um munin til 2-1, og í 89. minutti javnaði Harry Maguire til 2-2.

So var neyðugt við brotssparkskapping. Grimsby Town skoraði í 13 av 14 brotsspørkum, og Manchester United skoraði í 12 av 14 brotsspørkum, og harvið var tað greitt, at tað verður Grimsby Town og Geza Dávid Turi, sum fara at halda fram í kappingini, meðan stjørnurnar í United eru á veg til hús við nógvum fleingjum í eingilsku pressuni.

Geza Dávid Turi var ein av brotssparksskjúttunum hjá Grimsby, og hann var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin í málið.

Mánadagin fer Geza Dávid Turi at savnast saman við hinum føroysku landsliðsspælarunum, sum fara at fyrireika seg til heimadystin ímóti Kroatia og útidystin ímóti Gibraltar.