Tað er næstan ógjørligt at finna eitt hóskandi skip at avloysa Smyril
Hvørja ferð, Smyril fer í dokk, er tað næstan eitt lukkutreff at Strandferðslan finnur eitt hóskandi avloysaraskip.
Tað skilst á landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen.
Hesa ferð er tað Galaxy, sum avloysir Smyril. Tað hevur elvt til misnøgd, tí í allar mátar er tað eitt munandi verri skip enn Smyril.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eitt avloysaraskip, sigur landsstýrismaðurin.
– Eins og øll undanfarin ár, tá ið Smyril fer í dokk, er tað so at siga ógjørligt at finna eina ferju í eitt so avmarkað tíðarskeið, ið nøkulunda nøktar tørvin á suðuroyarleiðini, sigur Jóhan Christiansen.
Løgtingsmaðurin, Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum, hevur spurt hann, hvussu tað ber til, at tað endaði við, at vit fingu Galaxy at avloysa Smyril.
– Ferðasambandið til Suðuroynna er ikki nøktandi, nú Galaxy røkir suðuroyarleiðina, sigur hann.
Hann nevnir, at Galaxy tekur minni enn helvtina av tí ferðafólkatali, Smyril tekur og tað elvir til trupulleikar, ikki bara fyri suðuroyingar, men fyri øll, ið hava tørv á at brúka leiðina.
– Tað er ongin loyna, at fólk eru ónøgd, og seta spurningar við, hvussu vit aftur nú eru endað við einari loysn, ið ikki er nøktandi, sigur Hans Jacob Thomsen.
– Fólk seta spurnartekin við, um tað kann vera rætt, at ongin onnur ferja, ið kann røkja leiðina nøktandi, er at finna nakrastaðni, sigur hann.
Og fólk seta spurnartekin um Strandferðslan hevur brúkt nóg nógva orku til at finna rætta avloysaraskipið, og um tað í veruleikanum er ein spurningur um fíggjarliga raðfesting.
Landsstýrismaðurin sigur, at Galaxy er leigað í átta vikur, men leigusáttmálin kann leingjast upp í 10 vikur.
Verður Galaxy leigað í átta vikur, kostar tað 21 milliónir, men verður hann leigaður í 10 vikur, kostar tað 25 milliónir.
Verður Galaxy leigaður í átta vikur er sjálv leigan 12,6 milliónir, umframt at tað kostar 5,25 milliónir at gera skipið klárt og at rigga av aftur, og tað kostar 3,15 milliónir í løn til útlendsku manningina, ella tilsamans 21 milliónir.
Verður leigutíðarskeiðið 10 vikur, er sjálv leigan 15,75 milliónir, tað kostar framvegis 5,25 milliónir at rigga til og at rigga av, og lønarútreiðslur til útlendsku manningina verður 3-4 milliónir, ella í mesta lagi 25 milliónir tilsamans.
Útlendingastovan hevur tikið støðu til, at útlendska manningin á Galaxy skuldi arbeiða eftir føroyskum lønar- og setanartreytum.
Men tað skilst á landsstýrismanninum, at tá ið vit hava fingið Galaxy, er tað ikki tí at Strandferðslan ikki hevur roynt.
Hann sigur, at í longri tí hevur Strandferðslan havt tríggjar føroyskar skipameklarar at kanna marknaðin fyri leiguferjur til ta avmarkaða tíðarskeiðið, ið Smyril er í dokk.
– Eins og øll undanfarin ár, tá nýggi Smyril hevur verið í dokk, er tað so at siga ógjørligt at finna eina ferju í eitt so avmarkað tíðarskeið, ið nøkulunda nøktar tørvin á suðuroyarleiðini, sigur Jóhan Christiansen.
Hann sigur, at tey funnu 15 ferjur, sum talan kundi verða um, men antin vóru tær ov langar, ella kundu tær ikki sigla í høgari aldu – ella vóru tær ikki tøkar tá ið Smyril skuldi í dokk.
Serliga hevði Strandferðslan gott eyga á ferjuni, Ben-My-Chree av Isle of Man, men tíverri valdi eigarin eina aðra loysn, sigur landsstýrismaðurin.
Í apríl í fjør mælti Strandferðslan til at keypa ferjuna, Volcan de Taburiente, sum er skrásett á Gran Kanaria og var á stødd við Smyril og um sama aldur.
– Hugsanin við slíkari eykaferju var, at fekk Smyril eitt álvarsligt brek, ella fór í dokk, var altíð ein ferja tøk.
Tað hevði kostað 250 milliónir tilsamans, men tað datt niður fyri. Almenna frágreiðingin frá landsstýrinum var, at skotbráðið varð ov stutt til at tað kundi viðgerast, tí tað vóru bara nakrir heilt fáir dagar at taka støðu í.