Veðurforsøgn fram til hósmorgunin

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki og driv. Í kvøld og frameftir av ymsum ættum, hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin í dag 10 til 15 stig.

Hósdagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið veksur hann vindin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og ælaveður. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur sum frá líður upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn.

Um kvøldið støkkur hann vesturum til útsynning, vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað slítur í, tó okkurt ælið í støðum. Um náttina gongur hann niðuraftur í sunnan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, ssamdrigið og regn ella ælaveður. Um kvøldið veksandi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, meðan hann gongur niður í sunnan og um náttina eysturum til landsynning, skýggjað og ælaveður. Hitin 11 til 16 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og um náttina frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 11 til 16 stig. 

Mánadagin

Frískt lot upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Um kvøldið gongur hann niður í landsynning, vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað slítur í. Hitin 9 til 14 stig.